Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í botnliðnum, Roskilde vunnu á heimavølli ein sera kærkomnan 32-25 sigur á Skive. Í steðginum var Roskilde á odda 15-11.
Rógvi skoraði trý mál fyri Roskilde í dag.
Roskilde er nú aftast í deildini við níggju stigum, og hava fýra stig upp til Otterup á triðaftasta plássinum. Roskilde má sleppa undan tveimum teimum aftastu plássunum fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.
Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 29-28 á Skovbakken. Í steðginum var Skovbakken á odda 17-15.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 21 stigum.