Rógvi og Roskilde mistu sigurin í seinasta sekundinum

Roskilde er á einum fimta plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Savnsmynd

Rógvi Dal-Christiansen skoraði trý mál, og tók nógv tøk í verjuni sum vant, tá hann og liðfelagarnir í Roskilde á heimavølli leiktu javnleik 28-28 móti Tønder.

 

Jeppe Hjorth skoraði til 28-27 til Roskilde tá seks sekund vóru eftir av dystinum, men ólukkutíð megnaði Thomas Clausen at javna til 28-28 í tí allar seinasta sekundinum av dystinum.

 

Hvørki Leivur Mortensen og Brandur Halgirsson vóru millum málskjúttarnar hjá Ajax, ið vann 28-27 á Odder á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-12.

 

Støðan: 

 

NrLið: DystirStig
1HØJ 47
2Rækker Mølle46
3Aarhus HC46
4Ajax 46
5Roskilde45
6FIF44
7TMS Ringsted44
8Skive44
9Team Sydhavsøerne44
10IK Skovbakken43
11TM Tønder43
12Odder 42
13Grindsted GIF41
14Otterup HK41

Savnsmynd