Rógvi og Roskilde vunnu á útivølli

Gott avrik í seinna hálvleiki tryggjaði Roskilde sigurin á Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Rógvi Dal-Christiansen skoraði trý mál fyri lið sítt, Roskilde sum vann 24-22 á Ringsted á útivølli í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Ringsted var á odda 11-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Roskilde omaná, og vann seinna hálvleik 15-11, og harvið dystin 24-22.

 

Roskilde hevur fýra stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini higartil.

 

Sunnudagin 25. september spælir Roskilde á heimavølli móti Tønder.