Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Rógvi Dal Christiansen skoraði tvey mál fyri Roskilde, ið vann 31-29 á Otterup á heimavølli.
Otterup var tað betra liðið í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Otterup á odda 16-13. Í seinna hálvleiki var Roskilde greitt betra liðið.
Liðið hjá Leivi Mortensen og Brandi Halgirssyni, Ajax tapi í kvøld 30-35 fyri Rækker Mølle á útivølli. Í fyrra hálvleiki lá betri fyri hjá Ajax, ið var á odda 19-18 í steðginum, men í seinna hálvleiki haltaði Ajax aftaná.
Leivur Mortensen skoraði tvey mál fyri Ajax í kvøld. Brandur Halgirsson var ikki millum málskjúttarnar hjá Ajax.
Ajax og Roskilde hava bæði tvey stig aftaná tvey tey fyrstu umførini í kappingini.
Komandi fríggjakvøld spælir Roskilde á útivølli móti Ringsted. Leygardagin 17. september spælir Ajax á heimavølli móti Grindsted.