Rói gjørdist toppskjútti og vann - Rókur tapti

HØJ hjá Róa Berg Hansen er eitt av fýra liðum, ið er í oddinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við 10 stigum

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Rói Berg Hansen gjørdist toppskjútti hjá HØJ við seks málum, ið vann greiðan 29-22 sigur á HEI Skæring á útivølli. 

 

HØJ spældi ein rimmar fyrra hálvleiki. Í steðginum var HØJ á odda 17-9, og eitt skiftið vóru Rói og liðfelagarnir á odda við 11 málum. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 verður føroyingauppgerð millum HØJ og Róa og liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen, Tønder í Tønder.

 

Rókur Akralíð skoraði trý mál fyri Odense, ið tapti 26-30 fyri Vendsyssel á útivølli. Heimaliðið var á odda 17-12 í steðginum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Odense móti Roskilde á heimavølli.

 

HØJ liggur í oddinum saman við trimum øðrum liðum sum eisini hava 10 stig. Hini liðini í oddinum eru Skovbakken, Sydhavsøerne og Midtjylland.

 

Odense er nummar 10 av teimum 14 liðunum við fýra stigum fyri seks dystir.