Rói og HØJ eru oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tað gongur framúr væl hjá Róa Berg Hansen og liðfeløgunum í HØJ

Mynd: sn.dk

Mynd: sn.dk

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru nú oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Gongdin er góð hjá HØJ, ið hevur vunnið fimm dystir á rað nú.

 

Seinnapartin vann HØJ á heimavølli 30-25 á Otterup á heimavølli. Í steðginum var HØJ á odda 16-12. Rói Berg Hansen skoraði tvey mál fyri HØJ í dag.

 

HØJ er oddalið við 14 stigum fyri átta dystir. HØJ er tvey stig frammanfyri Sydhavsøerne og Midtjylland.

 

Sunnudagin 31. oktober verður føroyingauppgerð í Odder millum Odder hjá Leivi Mortensen og HØJ hjá Róa Berg Hansen. 

 

Rókur Akralíð og liðfelagarnir í Odense vunnu ein sera týdningarmiklan sigur á FIF á útivølli. Odense vann 29-28.

 

Seinastu løtuna var Odense á odda bæði 28-25 og 29-27. FIF skoraði til 28-29 tá 48 sekund vóru eftir, men tað eydnaðist Odense at halda tepru leiðsluna.

 

Rókur kom ikki á máltalvuna í dag.

 

Odense er fimtaftast í deildini við fimm stigum fyri átta dystir.

 

Sunnudagin 31. oktober tekur Odense móti Midjyllandi. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: sn.dk

Mynd: sn.dk