Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby stóðu í dag fyri einum stórum skelki í bestu svensku hondbóltsdeildini, tá teir á heimavølli í fyrsta dystinum hetta kappingarárið vunnu 30-26 á verandi meistarunum, Kristianstad.
Í steðginum var Kristianstad á odda 14-13.
Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen heldur fyri, at Rói livdi upp til eftirnavnið hjá sær, sipandi til avrikini hjá Eliasi í Sävehof tey undanfarnu kappingarárini. Handbollskanalen heldur, at Rói við fýra málum og nógvum fríspælingum til mál hjá liðfeløgunum stóð seg sera væl.
Hitt føroyingaliðið í bestu svensku fótbóltsdeildini, Sävehof spælir fyrsta dystin í bestu deildini hetta kappingarárið komandi týskvøld. Tá spælir Sävehof á útivølli móti Ystad.
##med2##