Rói vann á Róki og HØJ er aftur oddalið

Tvey føroyingalið vunnu og tvey føroyingalið vóru fyri tapi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tók móti Róki Akralíð og liðfeløgunum í HC Odense.

 

Hóast HØJ á pappírínum og eftir stigatalvuni er eitt væl betri lið enn Odense bleiv talan um ein rættiliga javnan dyst, ið HØJ vann tepurt 32-29. Í steðginum var HØJ á odda 15-14. 

 

Sigurin merkir, at HØJ aftur er oddalið í deildini.

 

Rói Berg Hansen skoraði trý mál fyri HØJ í dag. 

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð tá Odense tekur móti Tønder. Dagin eftir spælir HØJ á útivølli móti Vendsyssel. 

 

Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál og Sjúrður Olsen skoraði eitt mál tá lið teirra, Tønder aftur var fyri einum teprum tapi. Í dag tapti Tønder á heimavølli 29-31 fyri Sydhavsøerne. Í steðginum var støðan 15-16 til útiliðið. 

 

Komandi leygardag spælir Ajax á útivølli móti Roskilde.

 

Í morgin klokkan 14.30 spæla Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder móti HEI Skæring á heimavølli.

 

Nr.Lið:DystirStig
1HØJ 1221
2HC Midtjylland1120
3Grindsted GIF1218
4Team Sydhavsøerne1217
5Ajax 1214
6IK Skovbakken1214
7TM Tønder 129
8Otterup HK129
9Vendsyssel129
10Odder 118
11HEI Skæring118
12FIF116
13Roskilde126
14HC Odense125