Rokaligt hjá løgregluni

Leygarnáttina og í nátt hevur løgreglan havt nógv at gera tí nógvir mans vóru blandaðir upp í harðskap og bardaga Løgreglan hevði fullar hendur í nátt og síðstu nátt.

Nógv fólk er í Havn hvørt vikuskifti og tá ið dansistøðini lata aftur, savnast mangan heilt nógv fólk í miðbýnum í Havn.

Í hesum sambandi varð løgreglan boðsend síðstu nátt, tí at hópbardagi hevði tikið seg upp í miðbýnum, har einir 20 mans vóru uppi í.

Enn veit løgreglan ikki, hvussu nógv liggur í hesum og, hvussu umfatandi hetta er, tí í fyrstu syftu eru nøvn skrivað niður og so verða avhoyringar tað næstu tíðina fyri at staðfesta, hvat fór fram og, hvussu umfatandi tað í veruleikanum var.

Men onkur er sligin og í tí sambandi var ein maður tikin á støðini at sova og hann varð sleptur út aftur um dagin.

Tvær aðrar ferðir leygarnáttina varð løgreglan boðsend til harðskap. Eisini í tí førinum var brennivín uppi í og tískil bíðar løgreglan av avhoyringunum til seinni.

Eisini í nátt hevur Løgreglan havt tríggjar tilburðir um harðskap. Í tveimum førum mátti ein maður á skaðastovuna til viðgerðar eftir at vera sligin. Í tí eina førinum er ein maður sligin so hart, at hann helst hevur brotið nøsina.

Løgreglan sigur, at summir av bardagamonnunum eru gamlir kenningar, men tað er ikki altíð lætt at avhoyra fullar menn og tí bíða avhoyringarnar ofta til aftaná.

Løgreglan hevur eisini havt liggjandi gestir í nátt. Tað var ein útlendskur sjómaður, sum var so ólátaður í brennivíni, at hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær, áðrenn hann varð sleptur út aftur í nátt.