Rokaligt VFF-umfar: Jóhan og Árni útvístir

Tað gekk hart fyri seg, tá NSí og B36 spældu í VFF-Cup í gjár

Fýra av teimum fimm dystunum í 2. umfari í nýggju venjarakappingini hava verið um vikuskiftið. Rokmiklasti dysturin í Runavík, har NSÍ vann 2-0 á B36. Bæði Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) og Árni Frederiksberg (B36) fingu beinleiðis reytt kort.

 

Sum skilst, so uppstóð støðan seint í dystinum, har Jóhan Troest Davidsen ikki er nøgdur við eina takling og endar við at sláa eftir Eli Falkvard Nielsen hjá B36. Eftirfylgjandi blandar Árni Frederiksberg seg í stríðið við gomlu liðfelagirnar.

 

Fyrrverandi altjóða dómarin, Petur Reinert, gav bæði Jóhan Troest Davidsen og Árna Frederiksberg reytt kort. Hann sigur í stuttari viðmerking til In.fo, at hann ikki hevur latið narka viðmerking til Kappingarnevndina ella til Fótbóltssambandið.

 

Tveir dystir endaðu við 1-1 javnleiki, meðan Høgni Midjord tryggjaði EB/Streymi sigurin á AB. KÍ hevur útsett dystin móti HB til 30. januar. Ongin av teimum sjey útlendingunum hjá KÍ er í landinum í løtuni.

 

2. umfar í VFF-Cup:

NSÍ - B36

1-0 Andri Benjaminsen 

2-0 Jann Martin Mortensen

 

EB/Streymur – AB 1-0

1-0 Høgni Midjord

 

Skála - Víkingur 1-1

1-0 Jan I. Hansen

1-1 Gunnar Vatnhamar

 

TB - ÍF 1-1

1-0 Tóri N. Olsen

1-1 Ndende

 

KÍ – HB (30. januar)