Rokið í Brasil ávirkar Premier League

Premier League: Brasilskir spælarar sleppa ikki á vøllin í Premier League um vikuskiftið

Tað bleiv rok, tá myndugleikarnir í Brasil steðgaðu HM-undankappingardystinum millum arvafíggindarnar úr Brasil og Argentina, tí nakrir spælarar hjá gestunum eftir teirra tykki ikki høvdu fylgt sóttarhaldsreglunum, og høvdu logið um hvar teir komu frá.

 

Dysturin bleiv steðgaður, tá mynduglekarnir komu á sjálvan vøllin eftir teimum fýra spælarunum hjá Argentina, ið spæla í Premier League. Hetta tí Ongland er á reyðalista hjá Brasil. Enn er ikki greitt hvat eftirspælið verður í HM-undankappingini í Suðuramerika, men eitt eftirspæl rakar Premier League.

 

Undan landsliðssteðginum valdu Liverpool, Manchester United, Manchester City, Chelsea og Leeds ikki at lata sínar spælarar til brasilska landsliðið, tí spælararnir skulu í sóttarhald í tíggju dagar, tá teir koma aftur.

 

Nú hevur brasilska fótbóltssambandið kært til FIFA, sum hevur boðað feløgunum í Premier League frá, at tey ikki kunnu brúka teir átta spælararnar, ið tey ikki hava leysgivið til brasilska landsliðið, hetta vikuskiftið.

 

Talan er um átta spælarar. Harðast rakt er Liverpool, har talan er um Alisson Becker, Fabinho og Roberto Firmino. Síðstnevndi er tó skaddur. Hinir eru Fred, Ederson, Gabriel Jesus, Thiago Silva og Raphinha.

 

Tað er ikki endaliga greitt, um feløgini velja at fygja boðunum, tí tað er nærri eitt tilmæli enn eitt krav. Hetta tú brasilskir myndugleikar ikki hava ræðisrætt í Onglandi, meðan støðan hjá FIFA er eitt sindur øðrvísi.