Roknistykkið hongur ikki saman

Jógvan við Keldu finst hvassliga at, at partur av samgonguni tvíheldur um, at tað eru kommunurnar, sum í ovfarakæti hava etið upp skattalættan, sum samgongan hevur givið

Skattabýti

Samgongulimir vilja, at tað skal siggjast, at samgongan hevur givið skattalætta. Nakað sum tó ikki hevur verið serliga sjónligt, tí kommunuskatturin flesta staðni er hækkaður samsvarandi.
Hetta gjørdist eitt av stóru trætumálunum í løgtinginum, tá Jørgen Niclasen hósdagin setti fram uppskot um, at borgarin í framtíðini skal síggja, hvussu nógv verður kravt í ávíkavist lands- og kommunuskatti.

Halda fast í lættanum
Meðan ætlanin í botn og grund snýr seg um, at borgarin skal fáa eina betri upplýsing, so gjørdist kjakið í stóran mun merkt av, at partar av samgonguni halda fast um, at talan var um ein reellan skattalætta, sum varð latin í fjør. Ein skattalætti, sum borgarin tó ikki hevur merkt, tá kommunuskatturin samstundis hækkaði.
Fleiri tinglimir - millum aðrar Jørgen Niclasen, Óli Breckmann og Kristian Magnussen - søgdu meira ella minni beinleiðis, at kommurnar als ikki høvdu tørv á teimum skattahækkanum, sum vórðu framdar. Fyrst og fremst við støði í, at kommunurnar hava økt útreiðslurnar væl meira enn neyðugt seinnu árini.
Hesum er Jógvan við Keldu úr fólkaflokkinum tó als ikki samdur í. Sum fyrrverandi borgarstjóri í landsins næststørstu kommunu hevur hann drúgvar royndir innan kommunala fyrisiting. Ikki minst, tí hann eisini sat við róðri fyrst í 90'unum, tá harðast leikaði á. Og hartil hevur hann sum landstýrismaður í innlendismálum eisini sitið hinumegin borðið at kalla, tá kommunal viðurskifti hava verið umrødd.

Hava gloymt fakta
Jógvan við Keldu heldur, at har eru nøkur ting, sum Óli Breckmann, Jørgen Niclasen og Kristian Magnussen allir hava gloymt, tá teir tosa um øktar kommunalar útreiðslur.
 Fyrst og fremst, so vóru kommunurnar fyrisitingarliga fullkomuliga afturúrsigldar, tá kreppan hæsaði av. Taka vit Klaksvík sum dømi, so skóru vit umsitingina við millum 40 og 50 prosentum í kreppuárunum. Tað var ein sera álvarslig skerjing, men vit noyddust at gera hetta. Inntøkuskatturin hjá kommununi fall jú við góðum 30% upp á bara eitt ár, og tí máttu bremsurnar høggast í. Og bara hetta í sjálvum sær ger tað til eina sjálvfylgju, at kommunurnar síðani tá hava nýtt part av øktu skattainntøkunum at byggja umsitingina upp av nýggjum. Tá tú so samstundis hugsar um, at landsumsitingin vaks við metferð um sama mundi, so gevur tað seg sjálvt, at løgtingsmenninir ongan tíð hava roynt at verið gjøgnum slíkar skerjingar.
 Hartil skal eisini roknast, at landið fram til fyrst í 90'unum læt stuðul til bæði havna- og skúlabygging. Tann stuðul var eini 35-40%, og hetta var sjálvandi nakað, sum roknað varð við, tá langtíðar íløguætlanir vórðu lagdar. Hesin stuðul varð tikin burtur frá degi til dags. Hann varð kvettur av í einum høggi, og tað hevði sjálvandi avleiðingar fyri kommunurnar. Summar vóru enntá í ferð við slíkar útbyggingar, tá stuðulin brádliga hvarv. Og tí skuldu hesar brádliga bera munandi hægri útreiðslur til hesar útbyggingar. Samstundis sum inntøkurnar vóru nógv minkaðar. Vit skulu minnast til, at hendan peningin varveitti landskassin, heldur enn at veita hetta til kommunurnar, soleiðis sum avtalað var.
 Og tú skalt hava í huga, at kommunurnar var einasti táttur í samfelagnum, sum ikki fekk sanering. Burtur sæð frá, at tær betri stillaðu kommunurnar lótu pening til tær verri stillaðu, meðan landskassin fekk sína sanering.

Órealistiskt møsn
Tí heldur Jógvan við Keldu, at tað er fullkomuliga órealistiskt, tá tosað verður um, at kommunurnar bara skulu átaka sær uppgávur hjá landinum. Og at tað samstundis verður roknað við, at pengarnir til hetta skulu vera tøkir.
 Fyrst og fremst, so hongur hetta ikki saman. Og í øðrum lagi er tað eisini eitt sindur ódámligt, tá løgtingið tveitir ting út til kommunurnar, fyri at landsins fíggjarlóg skal hanga saman. Ella tí »skattalættar« av onkrum slag skulu gevast.
 Sum landsstýrismaður helt eg eisini alla tíðina fast um, at skuldu øki flytast til kommunurnar at umsita, so máttu vit gera greitt, hvussu hetta skuldi fíggjast. At tosa um nakað annað er fullkomuliga burturvið, heldur Jógvan við Keldu.
Hann leggur tó dent á, at hann tekur fult undir við tankanum um, at lands- og kommunuskattur framyvir skulu framganga hvør sær, tá fólk fáa løn.
 Tað haldi eg vera í fínasta lagi. Tað er einki meira enn nnáttúrligt at nmóttakarin, hvør fer avstað við hvørjum. Tí er tað als ikki hetta, sum skakar meg í kjakinum. Men tá tosað verður um korini, sum kommunurnar virka undir, so má hetta bara hava hald í veruleikanum, sigur Jógvan við Keldu at enda.