Roknskaparstjóri snýtt alment felag fyri 5,4 milliónir

Ein fyrrverandi roknskaparstjóri í almenna grønlendska felagnum, KNI, er undir illgruna fyri at hava svikað fyri 5,4 milliónir krónur í nøkur ár.

 

Tað kom fram á felagsins aðalfundi í dag, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

Roknskaparstjórin skal í fleiri førum hava megnað at fingið umsitingina í KNI at gjalda sær stórar upphæddir av órøttum, sigur stjórin í KNI, Jeppe Jensen.

Stjórin vil ikki siga, hvussu leingi svikið skal hava gingið fyri fyri seg.

 

– Tað er eitt løgreglumál, leggur hann dent á.