Fróðskapur hevur givið úr bókina ?Spor í Tinganesi?, sum havnarmaðurin Rolf Guttesen hevur skrivað Sambært forlagnum er tallan um eina sera áhugaverda bók at hava við sær í lummanum, tá ið ein gongur sær ein túr í Havn.
Í hellunum í Tinganesi eru nógv sjónlig spor og merkir, sum øll eru gjørd av menniskjum í onkrari merking.
Her eru búmerkir, sólur ella kumpassrósur, árstøl, skjøldrar, nøvn, graffiti, bókstavir og krossar.
Høvuðsinnihaldið í bókini eru fotomyndir, ið vísa merkini, sum tey eru. Hartil er stuttur forklárandi tekstur. Reglan er: fyrst eitt yvirlitsbílæt, sum vísir allan lokalitetir; síðan ein mynd av steininum; og so ein nærmynd av merkinum. Soleiðis skuldi tað verið møguligt hjá øllum við bókini í hondini at funnið øll sjónlig merkir, sum eru meira enn 100 í tali.
Inni á Reyni, í Krókabrekku, Amtmansbrekku og í Sandagerði eru eisini spennandi merkir at finna.
Forlagið Fróðskapur gevur Spor í Tinganesi út í samstarvi við Løgmansskrivstovuna.
Bókin er 174 síður við nógvum litmyndum og kostar 250 krónur í bókabúðunum.