Víðagitni blaðmaðurin hjá Rolling Stone Magazine, David Fricke, nevnir ORKA ímillum sínar yndis bólkar á SPOT festivalinum 2009. Herfyri framførdi føroyski bólkurin ORKA á SPOT Festivalinum í Danmark.
Bólkurin hevur framført ymsa staðni í Norðurlondum, og er tað nú við Eivør Pálsdóttir sum forsangara.
SPOT Festivalurin er ein heldur stórur festivalur, og hetta var eisini júst orsøkin til, at víðagitni blaðmaðurin hjá Rolling Stone Magazine, David Fricke, var til staðar.
Og blaðmaðurin gav veruliga føroyska bólkinum nøkur rósandi orð, tá ið hann valdi ORKA til at verða ímillum hansara yndis bólkar á festivalinum.
Nevnast kann, at ORKA við Eivør eisini verða at hoyra í Føroyum í summar, og millum annað framførur bólkurin á ársins G! Festivali.