Ronaldo venur aftur við United

Premier League: Cristiano Ronaldo er við í venjingardysti í dag

Tað hevur verið nógv skrivað og sagt um Cristiano Ronaldo í summar. Portugisiska heimsstjørnan hevur ikki verið at sæð í Manchester. Nú er hann aftur í Manchester United, men søgurnar halda fram.

 

Almenna forkláringin hevur verið, at 37 ára gamli Cristiano Ronaldo hevur avbjóðingar í familjuni, og tí ikki hevur verið at sæð í uppstartinum hjá Manchester United. Miðlarnar skriva, at áleyparin ikki er sinnaður at halda fram í Manchester United, tí felagið ikki er í Champions League í hesum kappingarárinum.

 

Cristiano Ronaldo er í nógvar mátar ímyndin av kappingini, har hann hevur bæði skotið flest mál og spælt flestar dystir. Litríki søgurnar siga, at hann vil tryggja sær, at Lionel Messi ikki fer avstað við metunum, nú Paris Saint-Germain hevur sett sær sum høvðusmál, at vinna steypið við stóru oyrunum.

 

Erik ten Hag, nýggjur venjari hjá Manchester United, boðaði í gjár frá, at Cristiano Ronaldo verður partur av hópinum til venjingardyst í dag. Tað tyksit tó ikki heilt víst, at áleyparin hevur slept øllum ætlanum, um skifta til eitt felag í Champions League.