Rotturnar rýma

Fótbóltur: Álopsfelagin hjá Toda Jónsson er troyttur av at spæla fyri FC Keypmannahavn, sum alsamt meira líkist eini søkkandi skútu

? Hetta er so eyðmýkjandi, at eg havi als ikki hug at halda fram við at spæla.

Tað sigur álopsfelagin hjá Toda Jónsson í FCK.

Myrki og ídni málskjúttin hjá FCK, David Nielsen, er í øðini inn á spælarar og leiðslu í felagi sínum.

? Eg havi ongantíð í lívinum verið so vónbrotin áður. Vit eru als ikki við í kappingini, og kundi eg bara ilskast inn á meg sjálvan, tí eg havi brent málmøguleikar, men vit fáa ongan møguleikar, sigur hann við danska dagblaðið Ekstra-Blaðið í gjár.

FCK, sum hevði eina serstakliga vánaliga seinnu hálvu í seinasta kappingarári, heldur fram við vánaliga spælinum og vánaligu úrslitunum í nýggju kappingini, sum byrjaði síðst í juli. Í løtuni liggur FCK sum nummar 9 av 12 liðum í superliguni, og tað er langt frá tí, sum felagið hevur sett sær sum mál.


Summir skuldu

skamma seg

David Nielsen hevur eins og Todi ein fortíð í Lyngby, og í FC Keypmannahavn hava teir báðir spælt nógv saman, og stundum hava teir eisini verið kappingarneytar.

? Eftir ein slíkan dyst sum tann móti Lyngby mánadagin kann eg sita uppi til klokkan trý um náttina og kóka innan í mær sjálvum. Millum annað tí, at summir á liðnum ikki gera tað sama sum eg. Nakrir av teimum skuldu skamma seg, sigur David Nielsen, uttan at hann setir nøvn á spælarar, sum hann heldur ikki gera sítt besta á vøllinum.

? Eg spyrji meg sjálvan, um hetta verður betri. Vit hava roynt við stórum stjørnum og uttan. Nær ætlar leiðslan at styrkja liðið? Hvussu leingi skulu vit eyðmýkjast soleiðis, spyr David Nielsen.

Álopsfelagin heldur, at eisini teir sterku og royndu spælararnir í felagnum eru við at fell í fátt.

? Michael Mio Nielsen er ein av teimum, sum altíð hevur roynt at fáa ungu spælararnar í gongd, tí hann er sjálvur kendur fyri sín stóra vilja, men yvirskotið hjá honum er við at vera burtur, og so verður tað meira pláss til ráðaloysi, sigur David Nielsen.