Rover 45 ? væl gjørdur bilur frá Phoenix í Onglandi

Rover 45, ið avloysir Rover 400, er ein av nýggju útgávunum, sum er komin á marknaðin eftir at Phoenix-samtakið, ið Onglandi hevur keypt Rover. Bilurin er væl gjørdur, og hevur munandi betri koyrieginleikar


 

Rover 45, ið avloysir Rover 400, er ein av nýggju útgávunum, sum er komin á marknaðin eftir at Phoenix-samtakið, ið Onglandi hevur keypt Rover. Bilurin er væl gjørdur, og hevur munandi betri koyrieginleikar


Bilar

Magnus Gunnarsson


Ein tann mest umtalaða sølan í fjør var tá BMW seldi Rover til Phoenix-samtakið. Teir keyptu Longbridge verksmiðjuna, og rættin til búmerkini MG, Austin, Wolsley, Morris, Standard og Vanden Plas. BMW átók sær eisini at avskriva alt undirskotið tey seks árini teir áttu Rover. Tað sýnist at ganga sera væl hjá Phoenix samtakinum.

Rover 45 er miðalstøddin

Nýggju eigararnir hava longu sett sín dám á Rover bilarnar. Tey trý modellini eita nú Rover 25, 45 og 75. Miðalstøddin er Rover 45, sum í veruleikanum ein "facelift" av Rover 400. 35 prosent av komponentunum í bilinum eru nýggir. Stórur munur er tó á koyrieginleikunum, sum eru munandi betraðir, við tað at bilurin virkar nógv tryggari og hevur gott vegtak.

Í besta Rover stíli

Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein sedan við 4 hurðum. Hann er góður at koma inn í, lætt er at finna seg til rættis við at stilla rattið og førarasetrið sum tað passar seg best. Veloursetrini eru tey somu sum í Rover 75, og nøtutræ panelir eru á instrumentborðinum, á hurðunum og í gardanboksini, í besta Rover stíli. Saman við teimum góðu koyrieginleikunum merkist, at bilurin er sera væl gjørdur.

Alu-felgur eru standard

Motorurin er ein orkusparandi 1.8 litur, 16V bensin við 117 hk, og elektroniskari innspræning. Hesin motorurin passar væl til støddina á bilinum, við tað at hann er sera kvikur. Standard útgerðin í bilinum er til dømis, alufelgur, airbag framman og í síðunum, el-hitað síðuspegl, el-síðurútar, CD an-legg, fjarstýrt sentrallás við alarmi og startsperru.


Rover 45 1.8 sedan


Motorurin 4 syl. 1.8 litur 16V 117 hk


0-100 km/t 9,3 sek.


Bensinnýtsla 13,7 km/l


Dekkstødd 195/55-15


Stødd og vekt

Longd 452 cm

Breidd 170 cm

Hædd 139 cm

Eginvekt 1150 kg

Totalvekt 1650 kg

Viðførisrúm 370 litrar


Prísur kr. 196.800,-

(metallakk kr.3.000,- eyka)


Søluumboð D.B.Bilar

J.Broncksgøta

FR-100 Tórshavn

Tlf.