Royn hongur í

Fótbóltur, 2. deild menn: Hvalbingar vunnu við einum máli á sundalagsmonnum

Hvalbingar hava ongantíð enn smakkað deymin av 1. deildarfótbólti á grasvøllinum í Hvalba, men teir droyma framvegis um at flyta upp.

Higartil hevur tað ikki eydnast, men teir gera, hvat teir kunnu fyri at varðveita vónina.

Leygardagin vitjaði EB/Streymur á grasvøllinum, sum er lítið slitin ? Royn venur á grasinum við síðuna av sjálvum leikvøllinum. Tað var sjón fyri søgn, at EB/Streymur var fyrst og fremst komið suður fyri at verja tað, teir høvdu suður við. Í útgangsstøðuni vóru teir sera varnir, og tað var ikki ofta, at teir vóru frammi í brotstteiginum.

Lars Müller, sum hevur verið uttanlands, verjir nú aftur málið hjá hvalbingum, men hann hevði millum lítið og einki at gera hesa ferð.

Heimaliðið hevði nógvar málmøguleikar, men teimum manglar so dyggiliga ein máltjóv av tí slagnum, sum teir høvdu, tá Vilmund Mikkelsen var í hæddini.

Bara eina ferð eydnaðist tað at fáa mál. Málskjútti var Njálur Niclasen, sum úr heilt stuttari fjarstøðu fekk eitt innlegg frá vongverjanum í høgru, Toirstein Thomsen, inn um væl spælandi Óla Kristian Djurhuus í málinum.

Royn hevði roknað við, at Eyðun Gullok Svalbard skuldi hjálpa teimum, men hann kom ikki á vøllin fyrr enn ein løta var farin av seinna umfarinum. Vit frætta úr Hvalba, at boð vóru stutt fyri dystarbyrjan komin frá FSF um, at alt ikki var í lagi við loyvinum, men so vísti tað seg alíkavæl, at alt var, sum tað skuldi. Hesa ferð skoraði Gullok einki mál, men hvalbingar vóna, at hann fer at gera mál komandi umførini. So fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí.