Royna at krossfesta løgmann

Løgmaður skal krossfestast og andstøðan skal hava rætt, tað er bara tað, hetta snýr seg um, heldur Bill Justinussen

Málið um Eysturoyartunnilin snýr seg ikki longur um sjálvt málið. Nú snýr tað seg um at krossfesta løgmann.

 

Tað heldur Bill Justinussen, tinglimur fyri Miðflokkin.

 

Hann sigur, at fyrst varð tað galið, at málið ikki varð lagt fyri Løgtingið. So var tað gjørt, og so kundi tað ikki brúkast longur.

 

- Síðan var tað galið, at sáttmálin var loyniligur. So sluppu vit at lesa sáttmálan og so kundi tað ikki brúkast meiri.

 

Og Bill Justinussen sigur, at nú snýr alt seg um eina millión, sum privata felagið skal hava í endurgjaldi fyri at missa sáttmálan.

 

Bill Justinussen sigur, at tað er heilt týðiligt, at hetta snýr seg ikki longur um at lýsa málið, men at krossfesta løgmann og at prógva, at andstøðan hevur rætt.

 

Kristina Háfoss vil hava at vita frá løgmanni um hann ikki vil loyva tinglimum úr samgonguni at skriva undir at fáa ein kanningarstjóra at kanna málið.

 

- Tað átti hann at havt áhugað í, heldur hon.

 

Løgmaður vildi ikki svara um hann tók undir við, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna málið.

 

Men hann staðfesti, at hann er púra vísur í, at løgfrøðiliga er alt farið rætt fram.

 

Samstundis vísir løgmaður á, at Landsstýrismálanevndin hevur tikið málið upp og hann heitir á Løgtingið um at lata nevndina fáa frið at kanna málið.

 

Hann sigur, at tað er tann skipan, vit hava og hann heitti á nevndina um at kanna málið til lítar.