Eins og í fjør skipar Hondbóltssamband Føroya í dag fyri at kanna, hvussu landsliðsleikarar eru fyri kropsliga.
Kanningarstað hesu ferð var Eysturskúlin, og byrjað verður klokkan 9 í hesi røð:
U95 gentur, U95 dreingir, U93-90 gentur og U93 dreingir. U23 landsliðini hjá monnum og kvinnum gjørdu sínar egnu royndir fyrr í vikuni.
Hondbóltssambandið hevur sett Hans Mikkelsen, ítróttarlærara á Føroya Studentaskúla, at standa fyri kanningunum og at hjálpa honum vóru Barbara Egilstrøð, sum lesur ítrótt í Odense og Sigurd Lamhauge, sum er kendur frá svimjiítróttini. Vit settu Sigurdi nakrar spurningar.
Meira kann lesast, síggjast og hoyrast á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum