Óroyndur venjari

Fótbóltssambandið hevur sett ein venjara við sera avmarkaðum royndum innan venjarayrkið í starv, og hann hevur heldur ikki nakran kunnleika til føroyskan fótbólt. Tó er formaðurin í FSF, Dánjal Andreasen, væl nøgdur við, at tað eydnaðist at skriva sáttmála við Henrik Larsen

FSF hevur verið í samráðingum við nógvar venjarar seinastu tíðina, men tað endaði við, at 36 ára gamli danin, Henrik Larsen, skal standa á odda fyri føroyska landsliðnum í komandi undankapping.
Dánjal Andreasen, formaður í FSF, sigur, at hann er væl nøgdur við, at Fótbóltssambandið fekk júst Henrik Larsen sum venjara hjá landsliðnum.
? Tað var umráðandi hjá okkum at fáa ein venjara, sum áður hevur gjørt vart við seg innan altjóða fótbólt antin sum venjari ella spælari, og tað hevur Henrik Larsen gjørt á danska landsliðnum, sigur formaðurin um nýggja venjaran, sum skeyt fýra mál í EM-endaspælinum í Svøríki í 1992.
Henrik Larsen hevur ikki nakrar nevniverdar royndir sum venjari. Hann var hjálparvenjari hjá Kim Brink í FC København í hálvtannað ár, og síðani hevur hann verið venjari hjá Ølstykkes, sum spælir í 2. deild, í tvey ár.
Hóast nýggi venjarin hevur avmarkaðar royndir sum venjari og lítlan kunnleika til føroyskan fótbólt, so heldur formaðurin ikki, at hetta er nakar vansi.
? Sjálvandi kundi man ynskt, at venjarin hevði drúgvari royndir sum venjari, men Henrik Larsen hevur spælt undir nógvum venjarum og veit tískil nógv um venjing og venjarastarvið, sigur Dánjal Andreasen.
Hann vísir á, at Allan Simonsen ikki var nógv eldri enn Henrik Larsen, tá hann tók við starvinum, og at Allan heldur ikki hevði so nógvar royndir innan venjarayrkið.
Allan Simonsen búði alla tíð sína sum venjari í Danmark, og tað fekk hann onkuntíð ákoyringar fyri. Henrik Larsen fer somuleiðis at hava fastan bústað í Danmark, men hetta metir FSF ikki sum ein trupulleika.
? Vit hava sett nøkur minstakrøv fyri, hvussu nógvum dystum hann skal hyggja eftir, og vit halda ikki, at tað er nakar trupulleiki, at venjarin býr í Danmark, sigur Dánjal.

Samráddust við fleiri
Fótbóltssambandið hevur verið í samráðingum við einar seks venjarar um at taka yvir eftir Allan Simonsen, og seinastu vikurnar hava teir verið í samráðingum við tríggjar ymiskar venjarar. Tað endaði tó við Henrik Larsen.
Orsøkirnar til at einki spurdist burturúr hjá nøkrum øðrum vóru ymiskar. Onkuntíð var tað spurningurin um pening, og FSF metti ikki, at nakrir teirra hóskaðu til føroyskan fótbólt.
? Henrik Larsen hóskar væl til føroyskan fótbólt. Hann fer at spæla við somu spælskipan, sum øll tey yngru landsliðini, og tað hevði týdning fyri okkara avgerð, sigur Dánjal.
? Undir teimum forstreytum, sum vit arbeiddu undir, haldi eg avgjørt, at vit hava fingið rætta mannin til uppgávuna, sigur hann. Formaðurin vísir sostatt aftur, at talan er um eina neyðloysn.
FSF og Henrik Larsen vóru í samráðingum í tríggjar vikur, áðrenn sáttmálin endaliga varð undirskrivaður, og nýggi venjarin tekur við starvinum 1. juli, tá sáttálin við Ølstykke gongur út. Tó er tað møguligt, at Henrik Larsen tekur við starvinum áðrenn, um tað eydnast Ølstykke at vinna uppflyting, áðrenn landskappingin er liðug.