RS-virus er allastaðni

- Mammubólkarnir við teimum yngstu børnunum verða niðurlagdir árið út, siga tey í Gigni, sum veita heilsutænastur til børn og ung.

- Vegna RS-virus hava vit valt at niðurleggja mammubólkarnar við teimum yngstu børnunum fram til nýggjárs. Tað merkir, at vit frámæla øllum mammubólkum við børnum yngri enn tríggjar mánaðir.

 

Tað siga tey í Gigni, og í fráboðanini verður víst á, at hetta verður gjørt í samráð við barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

 

- Nógv børn hava verið innløgd seinastu vikurnar, og tað eru serliga tey smáu børnini, sum kunnu gerast ógvuliga sjúk av RS-virus, ið er ein krímsjúka, sum bæði børn og vaksin kunnu hava, og øll kunnu smitta – eisini tey vaksnu. 

 

Gigni vísir á, at tað tískil er umráðandi at halda frástøðu frá teimum smáu børnunum, um vit eru forkølað, hosta ella hava onnur sjúkueyðkenni.

 

- Sjálvandi kunnu foreldur og systkin ikki haldast burtur, men onnur vitjandi skulu hugsa seg um, áðrenn farið verður at vitja, har pinkubørn eru.

 

Tað er eisini umráðandi, siga tey í Gigni, at foreldur ikki fara í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomur við sínum smáu børnum, tí vandi er fyri smittu við RS-virus allastaðni, tá RS-virus er í hæddini.

 

Í Gigni vísa tey á, at besta smittuverja er at vaska hendur ofta og hvørja ferð, tú hevur havt samband við ein, sum hevur sjúkueyðkenni.

 

- Tað er týdningarmikið at vaska hendurnar, áðrenn farið verður til pinkubarnið. Sama er við systkjum og øðrum vitjandi, áðrenn nomið verður við barnið.