Brintbilurin Toyota Mirai er kosin World Green Car of the Year á bilaframsýningini New York International Auto Show.
Tað var ein dómsnevnd við 73 altjóða bilatíðindafólkum frá londum kring um í heiminum, sum valdi Toyota Mirai til ársins grøna bil í øllum heiminum. Hvørt ár verður tann mest framskygdi og umhvørsvinarligi bilurin kosin, hesaferð bleiv tað Toyota Mirai, sum fór avstað við sigrinum.
Mirai merkir framtíð á japanskum, og bilurin dálkar als ikki. Einasta útlátið er vatn, og bilurin koyrir yvir 500 km upp á ein tanga.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/