Ársins Leiðarar 2009 veljast fríggjadagin

Fimta árið á rað skipar Synergi fyri Ársins Leiðaradegi. Sum nakað nýtt skulu í ár veljast tveir ársins leiðarar, ein innan tað almenna og ein innan tað privata. Tiltakið er væl umtókt og savnaði í fjør 230 fólk

Hugskotið til Ársins Leiðaradag er danskt inspirerað, og tankin aftan fyri var at geva føroyskum leiðarum eitt forum, har tey kunnu hittast einaferð um árið at tosa saman og fáa íblástur.

- Vit hugsaðu um at skipa fyri døgum fyri fakbólkum av øllum slag, og so tóktist leiðaradagurin at vera upplagt høvi, tí tað finst einki forum fyri leiðarar, sigur Ása Andreasen.

Tað finnast leiðslubólkar, og leiðarar eru limir í ymiskum fakfeløgum, men tað finst einki stað, har teir møtast, annað enn leiðaradagurin.

- Tað er sjálvandi vinnudagurin, men hann er kortini eitt sindur øðrvísi. Leiðaradagurin setir fokus á leiðslu, tað at leiða, sigur Annika Andreasen.

Hetta er fimta árið á rað, at Synergi skipar fyri leiðaradegnum, og tí verður gjørt nakað serligt burtur úr. Bæði tí hetta er fimta ferðin, Synergi skipar fyri hesum degnum, men eisini sum ein náttúrlig menning av leiðaradegnum.

- Vit hava broytt skránna rættiliga nógv. Til dagin í 2008 høvdu vit eina workshop, har nøkur fólk evalueraðu dagin. Hetta var í februar/mars. Hartil hava vit eisini ringt runt til einar 25-30 leiðarar og spurt teir, hvat teirra fokusøki er, hvat duga teir væl og hvat sakna teir, hvat vilja tey fegin hoyra um, sigur Annika Andreasen.

 

Tveir leiðarar

Tær báðar siga, at tað er hent rættiliga nógv runt um í heiminum, síðani tær byrjaðu at leggja Ársins Leiðaradag 2009 til rættis.

- Tað er langt síðani at vit hava fingið høvuðsrøðaran upp á pláss, meiri enn eitt ár síðani. Talan er um Stine Bosse, forstjóra í Tryg og konsernstjóri í TrygVesta. Hon er ógvuliga upptikin og ring at fáa fatur á, sigur Annika Andreasen.

Tá høvdu tær sína hugsan um dagin, men tíðirnar eru so nógv broyttar, at tær hava valt at broyta skránna fyri dagin og laga hana til broyttu tíðirnar.

Men alsamt versnandi tíðirnar merkjast ikki aftur í áhuganum fyri degnum.

- Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi ár undan ári, so tað vóna vit fer at halda fram. Tað sær út til at fara at líkjast degnum í fjør, sigur Ása Andreasen.

Og talan er um leiðarar innan øll øki, tað verið seg byggivinnuna, handilslívið, bæði tað almenna og tað privata, tað kann vera pedagogar, arkitektar, stutt sagt allir leiðarar. Umframt ber eisini til hjá fólki at tekna seg til, um tey hava áhuga fyri onkrum serligum í skránni.

Nýtt í mun til hini árini er, at tað verða valdir tveir Ársins Leiðarar í ár, ein almennur og ein privatur. Teir fýra, sum higartil eru valdir Ársins Leiðari er Magni Arge, Marner Jacobsen, Andras Róin og í fjør Christian Nagata. Tað verður síðstnevndi, sum fer at seta dagin fríggjadagin.

 

Panel velur

Sjálvt valið av Ársins Leiðara fer fram á tann hátt, at almenningurin innstillar leiðarar til Ársins Leiðara, og tær báðar leggja dent á, at øll kunnu innstilla. Síðani verður hugt eftir, hvør hevur fingið flestar innstillingar, og so verða trý til fimm tey við flestum innstillingum løgd fyri eitt dómarapanel, sum hevur síni kriteriir at ganga eftir. Tað verður so í síðsta enda hetta dómarapanelið, sum hevur endaliga orðið.

Tað sita trý fólk í hesum panelinum, og tey sita fyri tvey ár í senn. Í løtuni eru tey Reidar Nónfjall, stjóri á Handilsskúlanum, Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Fráfarandi limir í panelinum skjóta upp nýggjar limir, og tað er panelið sjálvt, ið setir kriteriini, sum leiðararnir verða valdir eftir.

- Vit hava tosað við felagið Lederne í Danmark fyri at vita, hvussu tey gera, og talan er um rættiliga generel kriteriir, sigur Annika Andreasen.

Tað kann vera nakað sum til dømis at hava inspirerað onnur.

- Tað kann sjálvandi verða trupult at gerast Ársins Leiðari, um tú situr sum stjóri í einari kjallara fyritøku, tað er sjálvandi ein fyrimunur at vera sjónligur sum leiðari, sigur Ása Andreasen.

Eitt annað kritetii er, at tú skal vera ovasti stjóri. So tað ber ikki til hjá einum millumleiðara at gerasst Ársins Leiðari.

 

Fjølbroytt skrá

Skráin í ár er sum longu nevnt eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár.

- Sum nakað nýtt hava vit í ár tvær workshoppir, eina fyrrapart og eina seinnapart, har fólk so kunnu velja seg inn. Í báðum førum eru fleiri evnir at velja ímillum, sigur Ása Andreasen.

Eftir at Christian Nagata hevur sett dagin, fer Jón Danielsen frá Articon at røða um »Úr skjáttuni hjá Ársins virki«, áðrenn høvuðsrøðarin, Stine Bosse fer at tosa um at »Stýra einum trygdarveitara gjøgnum fíggjarkreppuna«.

Eftir ein kaffisteðg fer Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum at røða um kreativa handilsmenning, og síðani verður filmur og kjak.

Beint fyri døgurða verða so tvær ymiskar workshoppir, og eftir ein matarsteðg verða so tríggjar aðrar workshoppir.

Síðani fer kendi danski hondbóltsvenjarin, Leif Mikkelsen, at tosa um besta bygnaðin í kreppuni, og eftir enn ein kaffisteðg fer bispur, Jógvan Fríðriksson, at tosa um »Hvat eyðkennir atburðin hjá fólki í krepputíðum«.

Eftir hetta verða teir fýra Ársins Leiðarar higartil, Magni Arge, 2005, Andras Róin, 2006, Marner Jacobsen, 2007 og Christian Nagata, 2008 »settir í tvístøðu«.

So er bert eina punktið eftir í skránni, og tað er at velja Ársins Leiðara, almennan og privatan.

Hetta fer alt fram á Hotel Føroyum, men klokkan 16.30 verður sonevnt afterparty í Miðlahúsinum, har til ber hjá luttakarunum at hugna sær saman undir meiri »avslappaðum« viðurskiftum.

 

Sær gott út

Tað sær gott út við áhuganum í ár. Higartil líkist tað tilmeldingini í fjør, og tá vóru tey eini 220-230 fólk til dagin.

Sum tey flestu helst munnu sanna, eru føroyingar yvirhøvur seinir at melda seg til, og tá freistin er heilt fram til sjálvan dagin er ilt at gita um, men mynstrið er hitt sama í ár sum í fjør.

Tað er sjálvandi ynskiligt, at fólk melda seg til skjótast tilber, tí tað kann koma at knípa við plássi til workshoppirnar, eins og tað er gott fyri matgerðina, at fólk boða frá í góðari tíð.

Byrjað verður við morgunmati, fólk skráseta seg og fáa navnaskelti, og so gongur dagurin annars eftir skránni.

Sum nevnt verður endað við afterparty í Miðlahúsinum, og tað er sambært Ásu og Anniku sera væl umtókt.

- Tað kann vera strævi at sita ein heilan dag og fáa fakligt innput, og so kann tað vera gott at hittast undir avslappaðum viðurskiftum og tosa um annað enn fakevni, sigur Annika Andreasen.

Har verður so møguleiki fyri smakking av onkrum slagi, eitt sindur av undirhaldi og tónleikur. Og so verður eisini eitt speakers corner, um onkur skuldi havt okkurt upp á hjarta.

At enda verður dansur í Rex, um fólk skuldu havt hug at svinga eitt sindur.