Heðin Mortensen, býráðslimur
Tað er lætt at reypa undan einum vali, men tað eru bara úrslitini, ið telja. Loystu málini hava verið mong síðstu fýra árini, og tí vil eg arbeiða fyri at loysa eldraøkið líka so skjótt og gott, sum vit loystu barnaansingina.
Kunsturin við politikki er ikki at rópa harðast og reypa mest, men at vísa í verki, hvør dugur er í. Tað ræður um at standa aftan fyri síni orð og fremja loysnir - og ikki bara at tosa um tær.
Í hesum døgum eru bløðini á tremur, har politikarar taka æruna fyri bæði hetta og hatta. Tað er eisini í fínasta lagi, um teir altso hava gjørt so nógv til nyttu, sum teir breggja sær av.
Onkur hevur sagt, at ein góður politikari »heldur meira, enn hann lovar«. Hetta eru nokk sannleiksorð, ið verða so dyggiliga staðfest í júst hesum valstríðnum, tí verri enn so altíð er samanhang millum vallyftini og sjálvt innihaldið í teimum.
Serliga dúglig eru summi av valevnunum at lova, at farast skal í gongd við nógv, sum tó í veruleikanum longu langt síðani er farið í gongd - og okkurt mestsum longu liðugt!
Sjón fyri søgn
Sum dømi kann eg nevna, at vit longu hava_
oloyst barnaansingartørvin
ogjørt kommununa skuldarfría
ogjørt heildarætlan 25 ár fram í tíðina
ogivið ítróttinum betri karmar
ogjørt fleiri parkeringspláss
oútbygt og betrað vegakervið
oútvegað fleiri bátapláss
_og nógv, nógv annað, ið aðrir nú annaðhvørt taka sær æruna av ella enntá lova at gera, um teir verða valdir.
Farnu fýra árini hava vit fingið loyst so nógv stórmál sum kanska ongantíð fyrr í einum valskeiði. Men vit eru ikki komandi sovandi til nakað av tí, tí aftanfyri liggur stórt arbeiði og stórur innsatsur.
Tað tykist, sum flestøll eru samd um, at nú standa tey eldru fyri tørni, og tað er eisini púrasta rætt. Eg fegnist eisini um, at fleiri nú taka undir við, at eldraøkið eigur at vera fyrsta prioritering hjá komandi býráð.
Víst í verki
Vit hava longu víst í verki, at vit meina hetta í álvara, tí skjøtil er longu settur á eldraøkið við_
oheimi til minnisveik
okeypi av húsi til ellisheim og umlætting
oeldravitjan til allar borgarar yvir 75 ár aldur
_ og so framvegis.
Men meira skal til, og eg fari at gera alt fyri at fáa sett eldraøkið ovast á breddan - og tá meini eg eftir kommunuvalið, tá farast skal til verka. Eg fari at seta alt inn uppá, at eldraøkið fær líka skjóta og góða loysn, sum barnaansingin fekk tað.
Hygg at teimum úrslitum, vit hava fingið hesi fýra árini, so sigur tað seg sjálvt, hvør eisini dugir at fáa loyst ta næstu stóru avbjóðingina hjá Tórshavnar kommunu.