Rudda Føroyar í morgin

Tórshavnar kommuna er aftur í ár við í altjóða ruddingarátakinum, sum felagsskapurin “Rudda Føroyar” skipar fyri. Ruddingarvikan endar í morgin tann 18. september.

Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á fjórða sinni, og aftur í ár verður ruddað í eina viku, frá 11.-18. september. Endamálið er hitt sama - at fáa einar ruskleysar Føroyar. Aftrat tí vilja fyrireikararnir eisini fáa einar stubbafríar Føroyar.

 

Endamálið hesaferð er at rudda 20 tons av ruski og 10.000 stubbar úr føroysku náttúruni. So er spurningurin, um málið verður nátt.  

 

Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let's Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin.

 

Í 2019 luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum og í 2020 luttóku 11 milliónir sjálvboðin úr 166 londum. Í Føroyum vórðu 22 tons ruddað í 2018, 28 tons í 2019 og 15 tons í 2020. 

 

Sí annars meira á ruddaforoyar.fo