Tey tólv kvinnuliðini, sum høvdu teknað luttøku til fyrstu almennu strandaflogbóltskappingina í Føroyum, vóru býtt í fýra bólkar.
Liðini spældu fyrst hvør sínar tveir innleiðandi dystir og besta liðið úr hvørjum bólki fór víðari í eina semifinalu.
Teir 24 leikararnir - tað eru bert tveir leikarar á hvørjum liðið - komu úr øllum ættum.
Sjálvandi vóru nógvir leikarar úr Fleyr, sum fyrireikaði kappingina, men til dømis vóru trý lið úr Drátti og onkrir leikarar, sum dagliga royna seg í donsku landskappingini, men sum í løtuni eru heima í summarfrí, hildu seg eisini til.
Tí fekk kappingin ein »altjóða« dám, og tað gjørdi bara kappingina eitt sindur meira spennandi.
Kappingin var soleiðis skipað at liðini spældu eitt sett ímóti hvørjum øðrum og spælt var upp í 15 stig við tveimum stigum á muni.
Eitt sindur lítið kanska, men varð spælt longri, var vandi fyri, at kappingin gjørdist ov drúgv og at myrkrið legði seg áðrenn kappingin var liðug. Og tað hevði verið spell.
Fyrra semifinalan stóð ímillum Onnu Dalsgarð og Rúna Heinesen øðrumegin og Drátti 2 úr Vágum hinumegin.
Um tað vóru innandura royndirnar hjá Onnu og Rúnu sum gjørdu munin, skal ikki gerast av her, men tær drógu longsta stráðið í hesum dystinum og kvalifiseraðu seg til finaluna.
Hin semifinalan stóð millum Rúnu Heinesen og Helen á Lakjuni øðrumegin og Andreu Kristoffersen og Rosu Jacobsen hinumegin.
Henda dystin vunnu Rúna og Helen og harvið vóru tær til reiðar til finaluna móti Onnu Dalsgarð og Rúnu Heinesen.
Finalan gjørdist spennandi. Eisini her var bert spælt eitt sett upp í 15, og tað gekk sera javnt á.
Anna og Rúna høvdu munin í byrjanini. Tær løgdu seg eitt sindur fram um, men ongantíð sluppu tær leysar av Rúnu Hentze og Helen á Lakjuni.
Tað einu løtuna sá tó út til at eydnast hjá teimum og tær fingu lagt seg á odda 13-9. Nú var vantandi, at tær fóru at togað settið og harvið finalusigurin heim, men so var ikki.
Rúna Hentze og Helen á Lakjuni bardust víðari. Tær vildu ikki geva skarvin yvir uttan stríð. Og stríðið gav tað løn tær vildu hava.
Tær fingu skil á sínum spæli og tóku eitt stig fyri og annað eftir frá hinum báðum og tá dysturin var liðugur vóru tað Rúna Hentze og Helen á Lakjuni, sum høvdu vunnið finaludystin við 15 stigum mótiu 13.
Tær kunnu sostatt kalla seg vinnara av fyrstu almennu strandaflogbóltskapping fyri kvinnur. So er bert at vóna, at tær fáa høvið at verja heitið næsta ár.
Tá dysturin var lokin handaði Líggjas Høgnesen teimum báðum steyp, sum Dimmalætting hevði latið, til ognar.