Rundferð í nýggjum hami

HB er í fullari ferð við at markera 100 ára dagin, og hósdagin gav felagið út nýggja fløgu, har ein nýggj rundferð sjálvandi er partur av innihaldinum

Fótbóltsfløga

Hetta er triðju ferð, at HB gevur út tónleikaútgávu. Fyrstu sangirnir komu á eini EP í 1979, tá felagið fylti 75, og tað er einki at ivast í, at sangirnir á hesari framvegis teljast millum stóru føoysku klassikarnar, tá tosað verður um fótbóltssangir.
Eisini undan jólum í 1993 ? tá 90 ára dagurin skuldi markerast ? kom nýggj útgáva, og nú er triðja HB-útgávan á marknaðinum.

Ikki bara fótbóltur
Sum ikki einaferð, so er tað Heri Nolsøe, sum er drívmegin aftan fyri sangirnar á fløguni, sum eru 14 í tali. Afturat sær hevur Heri tó eisini havt aðrar góðar kreftir, so sum Una Arge og Eyfinn Jensen, meðan fleiri nøvn, sum ikki hava verið á nakrari HB-fløgu áður, eru at hoyra millum mongu røddirnar á fløguni.
Og tað er lítið at ivast í, at eitt hitt heitasta lagið á fløguni er eitt nýtt fótbóltskvæði, har sangarar úr ymsu økjunum í landinum fara á ferð kring fótbóltsvallirnar í landinum. Menn sum Robert McBirnie, Ronnie Nielsen, Sámal Ravnsfjall, Karl Martin Samuelsen, Einar Jacobsen og Elis Poulsen fara her at syngja um vallirnar við heimstaðin.
Og so kann eisini skoytast uppí, at talan ikki bara er um eina fløgu til fótbóltsfjepparar. Talan er um sangir, sum eru bæði nýmótans og stillir, og innihaldið spennir víða um. Frá fótbólti ? sjálvsagt ? til sangir um tónleik og kærleika, so tað skuldi verið eitt sindur av hvørjum. Og verður talan aftur hesaferð um ta góðsku, sum HB-útgávurnar higartil hava havt, so er einki at ivast í, at eisini hendan útgávan verður ein av teimum, sum fer at liggja frammi í heilt nógvum heimum komandi tíðina. Eisini hjá teimum, ið ikki hava HB sum sítt felag.