Rundferð við Dúgvuni

Tá strandfaraskipið, Dúgvan, kom á Fuglafjørð týsdagin, slapp hon ikki at, tí eitt skip lá og landaði, har Dúgvan plagar at leggja at

Glaðurnar koma strúkandi inn eftir fjørðinum, skipið melur spakuliga runt?
Vit liggja uttanfyri oljutangarnar í Fuglafirði. Tað er ikki tí, at vit eru farin á sigth seeing, hinvegin eru vit farin við Strandferðsluni á veg til arbeiðis ella í ørindum.
Tað er heldur ikki tí, at Strandferðslan er farin at veita betur tænastustøði, tvørturímóti. Vit liggja á pollinum í Fuglafirði, tí vit ikki sleppa at kai.
Eitt skip liggur og landar, har Dúgvan plagar at leggja at, tá hon siglir á Fuglafjørð. Boðini vit ferðafólk hava fingið um hátalaran eru, at vit skulu bíða í tveir tímar.
Fólk høvdu hug at flenna. Tveir tímar - tað kann ikki vera satt. Men tað er satt!
Ikki tí eg havi nakað ímóti Fuglafirðið ella fuglfirðingum. Fuglafjørður er ein stak vøkur bygd, bert spell at tað er so nógv sjórok, at vit onki síggja. Haldi heldur ikki, at øll hava tíð at liggja her í tveir tímar og "jolla" sær.

Vánaligt samband
Siti og undrist á, um telefonsambandið hjá Strandfaraskipum Landsins er líka vánaligt, sum ferjusambandið hjá teimun. Um so er, skal eg bera yvir við teimun, tí so høvdu teir als ongan møguleika at vita, at eitt skip lá á Fuglafirði, og at Dúgvan ikki fór at sleppa at. Tí eru teir óivað farnir í góðari trúgv úr Klaksvík.
Hinvegin, um so er at telefonin riggar, hví hava teir so ikki kannað hvussu tað sá út í Fuglafirðið. Ella hví hava fulgfirðingar ikki ringt á Strandferðsluna og boðað frá?
Tað tekur hóast alt ein góðan tíma at sigla á Fuglafjørð, so tíð hevur verið at samskift!

Kaffi og rundstykki
Vit hava ligið her í eina góða løtu nú. Eru komin eitt sindur longur inn móti býnum, nærkast Havsbrún. Hava fingið ókeypis kaffi og rundstykki.
Kanska hesa sertænastu tí tveir tinglimir eru við, og Strandferðslan vil hava eina eykajáttan, so útreiðslurnar til rundstykkini og kaffi ikki sprongja fíggjarætlanina! Fyri ikki at tosa um oljuna, ið fer til spillis við at liggja og sigla í ring.
Tað er friðarligt umborð, fólk sita og práta, tosa í telefon, ella njóta tað vit hava av útsýni. Onkur skal til arbeiðis, onnur í skúla, uppaftur onnur skulu bert ørindi. Nógv tóku túrin fyri at sleppa við bussi til Havnar. Spennandi at síggja, um hann stendur og bíðar eftir okkum.
Um ikki, so sleppa vit kanska við onkrum tinglimi, teir fáa jú koyripening, so kanska tíma teir at taka onkran við.
Hvør veit, kanska náa teir at bjarga sær onkra atkvøðu? Teir skulu annars atkvøða í tingunum í dag, og telefonin ringir dúgliga hjá tinglimunum. Tað eru floksfelagar, sum ringja úr tingsalinum, fyri at fregnast, um teir náa suður til atkvøðugreiðsluna.

Fuglafjørður úr ymsum sjónarhornum
Áhugavert at mala í klingur á pollinum í Fuglafirði. Spennandi at síggja býin úr so ymsun sjónarhornum. Tí tað skulu tey eiga, tænastan er í lagi, vit liggja ikki í sama stað alla tíðina. Onkuntíð eru vit heilt út við oljutangarnar, so venda vit eitt sindur, fara inn eftir aftur. Jú vit síggja býin allan sum hann er, enntá hagan síggja vit.
Vágin er heldur døkk av síggja av allari móruni, ið stóra áin tekur oman við sær. Hinvegin, so passar liturin væl til rustaða skipið, ið liggur fyri teym á vánni!
Í dag er so nógvur vindur so tey, ið hætta sær út á dekki í illveðrinum, kenna tíverri onki til tann serliga roykin, ið Fuglafjørð er so kend fyri.

Tað gekk
Klokkan er hálvgum trý. "Liggja vit nú aftur her?" spyr hon, ið situr við síðuna av mær. Hava vit longu ligið so longi, at vit hava vant okkum til útsýni? Kanska!
Tað løgna er, at tað er púra friðarligt umborð, sjálvt smábørnini eru fitt og friðarlig, hóast tey hava verið umborð rættuliga leingi nú. Kanska er tað satt, ið verður sagt um føroyingar, at vit taka tingini, sum tey koma.
Hinvegin, tað er jú ikki so nógv vit kunnu gera. Og manningin kann heldur ikki gera nakað stórvegis. Skal sigast, at tað er altíð deiligt at sigla um Leirvíksfjørð. Manningin umborð er altíð fitt og blíð, og tað eru tey eisini í dag, so tey skulu ikki lastast fyri, at vit ikki sleppa at kai.
Nú gera teir eina roynd at sleppa at, kanska fáa teir smoygt Dúgvuna ímillum hitt skipið, ið liggur við kei. Fari at gera mær ein túr oman á dekkið at vita.
Jú, tað gekk. Hasir tveir tímarnir gjørdust tíbetur ikki veruleiki. Eftir ein tíma og 10 minuttir, er rundtúrur okkara á pollinum í Fuglafirði liðugur.
Vóni bara ikki eg fái rokning sendandi, nú túrurin tók longri tíð!