Guvernørurin í Kharkiv-regiónini í Ukraina sigur, at ukrainskar herdeildir, sum verja næst størsta bý landsins, nú hava trýst russisku deildirnar aftur til russiska markið.
Tað veit Reuters at siga í morgun.
Seinastu dagarnar eru fleiri frágreiðingar komnar um, at ukrainsku deildirnar hava tikið aftur fleiri ukrainskar býir frá russum um hesar leiðir.
Hóast russisku deildirnar hava lagt áherðslu á Luhansk-økið, og tað serliga er her, at russisku deildirnar hava staðið sterkar, hava ukrainskar deildir framvegis ræðið á umleið 10 prosentum av Luhansk-økinum har eysturi í landinum.
Tað sigur guvernørinum í regiónini.
Institute for the Study of War heldur, at Russland nú sær út til at brúka meginpartin av sínum herfólki í hesum øki.
Í Ukraina verður annars sagt í morgun, at russar í gjár raktu eitt sjúkrahús í Sievjerodonetsk í Luhansk, og tað er hernaðarumsitingini í Luhansk, sum ber hesi tíðindi.
Sambært hernaðarumsitingini vórðu níggju fólk særd í loftálopinum, og tey fáa nú viðgerð á sjúkrahúsinum, sum hóast bumbingina heldur fram við sínum virksemi.