Russar hava aftur søkt at Kyiv við rakettum

- Vit hava einki annað val enn at verja okkara land, okkara børn og okkara framtíð, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitaly Klitsjko, við VG.

- Vit hoyra barnarøddir úr leivdunum, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitaly Klitsjko, við Verdens Gang. 

Næstan tríggjar mánaðir eftir, at russiskar herdeildir tóku seg aftur úr økinum kring ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, hava russar aftur tíðiga í morgun skotið rakettir eftir miðbýnum í Kyiv.

 

Sambært løgregluni í býnum hava í minsta lagi fimm fólk fingið skaða í álopinum. Íbúgvar í Kyiv vaknaðu í morgun við einari røð av spreingingum. Stutt eftir stóð roykur upp úr miðbýnum í høvuðsstaðnum.

 

- Eg lá og svav, tá alt ekspoderaði, sigur ein ungur maður, meðan blóð rann niður úr oyranum á honum.

 

Ein tíðindamaður hjá Verdens Gang í Kyiv, Kyrre Lien, hoyrdi tríggjar spreingingar í morguntímunum, samstundis sum hann sá royk stinga seg upp úr einum íbúðarøki í miðbýnum í høvuðsstaðnum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitaly Klitsjko, váttar, at rakettálop er framt móti Sjevsjenkivsky-økinum í býnum, og sjúkrabilar og bjargingarfólk vóru á staðnum stutt eftir russiska álopið.

 

Á Telegram skrivar borgarstjórin, at tað liggja fólk í leivdunum.  - Vit hoyra barnarøddir úr leivdunum, sigur Vitaly Klitsjko við Verdens Gang. 

 

- Vit lógu og svóvu og vaknaðu av spreingingunum. Alt húsið ristist, og eg var ógvuliga bangin. Eg hugdi út av vindeyganum og sá royk. Nú stúri eg fyri, at hetta kann henda aftur.

 

Tað sigur 25 ára gamla, Natasha, sum býr í íbúðarblokkinum, ið varð raktur, og hetta sigur hon við Verdens Gang.

 

- Vit hava einki annað val enn at verja okkara land, okkara børn og okkara framtíð, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitaly Klitsjko, við Verdens Gang.

 

##med2##

 

 

 

- Vit hoyra barnarøddir úr leivdunum, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitaly Klitsjko, við Verdens Gang. 

Sambært Verdens Gang er hetta støðan í Ukraina í løtuni.