Í nátt hava russar aftur lopið á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við rakettum.
Sagt verður frá einari røð av spreingingum, og loftávaringar vóru um allan høvuðsstaðin í nátt.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur á Telegram, at vraklutir frá niðurskotnum rakettum hava rakt íbúðarhús í høvuðsstaðnum.
- Eldur er í bæði bygningum og bilum. Tilsamans tíggju fólk hava fingið skaðar, og tvey eru flutt á sjúkrahús, sigur borgarstjórin.
Sambært myndugleikunum í Kyiv skutu russar í minsta lagi 30 rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum í nátt.
##med2##