Russar høvdu ábyrgdina av álopinum í Dnipro

- Líknandi rakettir, sum eru óneyvar, hava áður rakt sivil mál í Ukraina, sigur bretska verjumálaráðið.

Bretska verjumálaráðið sigur, at Russland av órøttum hevur givið Ukraina skyldina fyri rakettálopið á íbúðarbygningin í Dnipro.

 

Higartil er staðfest, at umleið 40 fólk lótu lív í álopinum. Mong eru løstað, og onnur eru framvegis saknað. Vónirnar um at finna fleiri á lívi eru fánaðar.

 

Í Kreml søgdu tey í gjár, at álopið var ein avleiðing av ukrainskum loftverjurakettum, men hetta verður afturvíst av bretska verjumálaráðnum.

 

Bretar siga, at íbúðarbygningurin varð raktur av einari stórari rakett av slagnum AS-4 Kitchen, sum varð send avstað úr einum Tu-22M3 Backfire-bumbuflogfari.

 

- Líknandi rakettir, sum eru óneyvar, hava áður rakt sivil mál í Ukraina, eitt nú eina keypsmiðstøð í býnum, Krementsjuk, hin 27. juni í fjør.

 

Niðurstøðan hjá bretska verjumálaráðnum er, at russar hava størri trupulleikar at raka mál við langtrøkkandi rakettum enn áður hildið.