Russar njósnaðust fyri Irak

Tað er komið fram, at Russland njósnaðist fyri Irak upp undir kríggið í Irak.

Bretska blaðið Sunday Telegraph avdúkaði sunnudagin, at russiskir myndugleikar lótu iraksku myndugleikunum ymsar loyniligar upplýsingar so sum frásøgn frá einum fundi millum bretska forsætisráðharran, Tony Blair, og italska starvsbróður hansara, Silvio Berlusconi.

Sambært blaðnum stava upplýsingarnar frá skjølum, sum eru funnin á skrivstovuni hjá iraksku fregnartænastuni, eftir at amerikanarar komu til Bagdad.

Skjalið viðvíkjandi fundinum millum Blair og Berlusconi er dagfest 5. mars í 2002 á iraksku sendistovuni í Moskva og snýr seg um ein fund, sum teir báðir forsætisráðharranir høvdu í Rom tríggjar vikur frammanundan. Har er Blair endurgivin fyri at hava sagt, at Bretland er ikki sinnað at taka undir við einari amerikanskari ætlan um hernaðarátak ímóti Irak, fyrr enn viðurskiftini í Afghanistan eru komin í rættlag.

Hvussu russar hava fingið fatur á hesum upplýsingunum, er ein gáta, skrivar Sunday Telegraph, sum ikki ivast í, at avdúkingin fer at fáa álvarsamar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Bretland og Russland og ikki minst fyri tey annars so góðu viðurskiftini millum Tony Blair og Vladimir Putin, forseta.

Sambært Sunday Telegraph lótu russar eisini irakum eitt yvirlit yvir leigudrápsmenn, sum kundu hugsast at vera sinnaðir at átaka sær morð í Vesturheiminum. Einki stendur um, hvat russar ella irakar hugsaðu um í hesum føri, men bretska blaðið heldur hetta vera eitt tekin um, hvussu langt russar vóru sinnaðir at fara í samstarvinum við irakar.

Yvirgangsmaðurin Osama bin Laden er nevndur í fleiri av skjølunum, men tey snúgva seg stuðul hansara til uppreistrarmenninar í Kekenia.