Russar noyðast at senda styrk til Kharkiv-regiónina

Í byrjanini av russisku innrásini vóru harðir bardagar í býnum Grakove, og hetta er ein av býunum, sum ukrainski herurin nú sigur seg hava tikið aftur frá russum.

 

Russar noyðast nú at senda styrk til Kharkiv-regiónina, eftir at ukrainski herurin hevur tikið fleiri tíggjutals bygdir aftur í regiónini.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í dag, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri enn 30 búsetingar - ella bygdir - aftur í økinum, sum russar hava havt valdið á.

 

Ein russiskur tænastumaður í ukrainska býnum, Grakove, Viktor Gantsjev, segði í dag, at harðir bardagar eru við Balaklija, sum ukrainar siga, at teir tóku aftur frá russum í gjár.

 

Tænastumaðurin segði, at russiski herurin í økinum hevur fingið styrk og nú stríðist í bardøgunum við ukrainsku hermenninar.

 

Í byrjanini av russisku innrásini vóru harðir bardagar í Grakove, og hetta er ein av býunum, sum ukrainski herurin nú sigur seg hava tikið aftur.

 

Nú verða eisini hendingar, sum kunnu snúgva seg um krígsbrotsverk í Grakove, kannaðar. Hetta hendir eftir, at tvey lík vórðu grivin fram í dag.

 

Ein av borgarunum í býnum, Serhij Lutsaj, sigur, at hann varð tvungin av vápnaðum russiskum hermonnum at grava eina grøv til tveir menn í 30-árunum.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Her sæst, at Kharkiv-økið liggur tætt upp at markinum til Russlands.