Ein stór byrging á Kherson-leiðini í Ukraina, rópt Kakhovka-byrgingin, er sprongd, og myndugleikarnir í Ukraina siga, at tað eru russar, sum hava sprongt byrgingina í panikki.
- Hersetingarvaldið sprongdi byrgingina í panikki. Hetta er ein yvirgangsatsókn, og hetta er krígsbrotsverk, ið kann brúkast sum prógv við altjóða dómstól.
Reuters er millum miðlarnar, sum í morgin skriva um sprongdu byrgingina har suðuri í Ukraina.
Bretski uttanríkisráðharrin, James Cleverly, leggur eftir Russlandi fyri oyðileggingarnar.
- Eg havi hoyrt frágreiðingar um spreingingina av byrgingini og um vandan fyri vatnflóð í økinum. Enn er ov tíðliga at gera sær eina niðurstøðu um hendingina, men tað er greitt, at russiska innrásin er orsøkin, sigur hann við Reuters.
Uttanríkisráðharrin sigur, at tað besta, sum Russland kann gera nú, er at taka sínar herdeildir úr Ukraina. Russar siga hinvegin, at orsøkin til, at byrgingin er oyðiløgd, er ein røð av ukrainskum álopum í økinum.
##med2##