Russar vænta álop á Moskva

- Okkara leiðarar skilja vandan, og at tað bara er ein spurningur um tíð, nær eitt álop verður framt á Moskva, sigur russiskur journalistur, sum stuðlar áganginum móti Ukraina.

Pantsir-s1 loftverjuskipanina verður brúkt til verju ímóti flogførum, tyrlum, dronum og krússararakettum.

Seinastu dagarnar hava myndir verið at sæð í sosialu miðlunum - og soleiðis eisini í tíðindamiðlum - at russar møguliga eru í holt við at fyrireika seg ímóti møguligum álopum á russiska høvuðsstaðin, Moskva.

 

Myndir og livandi upptøkur hava verið at sæð av tí, sum eftir øllum at døma eru russiskar loftverjuskipanir á tøkum á bygningum í høvuðsstaðnum.

 

Millum miðlar, sum hava borið hesi tíðindi, er eitt nú óhefti russiski miðilin, Meduza. Her verður sagt, at loftverjuskipanin, nevnd Pantsir-s1, er sett upp á takinum á bygninginum hjá russiska verjumálaráðnum.

 

Staðsetingin av slíkum loftverjuskipanum hevur eisini fingið hernaðarbloggarar í Russlandi, sum stuðla russisku innrásini í Ukraina, at siga, at Russland fyrireikar seg ímóti álopum á høvuðsstaðin.

 

Ávísin, The Guardian, endurgevur ein russiskan journalist, Alexander Kots, sum stuðlar krígnum í Ukraina, og journalisturin skrivar soleiðis:

 

- Hetta merkir, at okkara leiðarar fult út skilja vandan, og at tað bara er ein spurningur um tíð, nær eitt álop verður framt á Moskva.

 

The Guardian veit eisini at siga, at Pantsir-s1 loftverjuskipanina verður brúkt ímóti flogførum, tyrlum, dronum og krússararakettum.

 

Sambært blaðnum hava russisku myndugleikarnir ikki gjørt viðmerkingar til tað, sum hildið verður eru loftverjuskipanir á tøkum í Moskva.

 

 

 

Pantsir-s1 loftverjuskipanina verður brúkt til verju ímóti flogførum, tyrlum, dronum og krússararakettum.