Mentanarhúsið í Lozova lagt í oyði

Álopini fríggjadagin vóru skakandi, tí tey raktu fleiri enn túsund íbúðir, 11 útbúgvingarstøð, sjúkrahús, læknamiðstøð og mentanarhús.

Fleiri enn 1000 íbúðir, skúlar og mentanarhús vórðu rakt í russiskum rakettálopum á býin, Lozova í Kharkiv-regiónini, fríggjadagin. 

 

Tað upplýsir borgarstjórin í Lozova í video-broti, hann hevur lagt út á sosiala miðilin, Telegram, og tað er tíðindastovan CNN, sum endurgevur borgarstjóran.

 

Borgarstjórin sigur, at álopini fríggjadagin vóru skakandi, tí tey raktu fleiri enn túsund íbúðir, heili 11 útbúgvingarstøð, harímillum fimm skúlar, sjúkrahús og eina læknamiðstøð.

 

- Okkara mentanarhús varð eisini púrasta lagt í oyði, leggur borgarstjórin í Lozova aftrat. Mentanarhúsið, sum nýliga var dagført og sum eisini sæst á myndini ovast, er púrasta oyðilagt.

 

CNN veit at siga, at Lozova liggur umleið 73 kilometrar í ein útsynning úr býnum, Izium í Kharkiv-regiónini.

 

Fríggjadagin visti CNN eisini at siga, at sjey fólk høvdu fingið løstir í álopunum fríggjadagin, harímillum eitt 11 ára gamalt barn.

 

##med2##

 

 

 

Tað er vónleyst at ímynda sær, hvussu tað man kennast soleiðis at flyta heimanífrá.