Russiskir hermenn ferð­ast í loynd­um gjøgn­um Danmark

Minst 83 russiskir menn við bakgrund í herinum, trygdartænastum, løgreglu og privatum hernaðarbólkum hava síðani mai 2025 ferðast í loyndum gjøgnum Danmark við tangaskipum úr russiska skuggaflotanum.

Fleiri av russisku monnunum, sum sambært Danwatch hava ferðast í loyndum við skipum í skuggaflotanum, hava bakgrund í russiska herinum, Wagner-bólkinum og øðrum trygdardeildum. (Myndir: Privat) Kelda: Danwatch.

Tað vísa kanningar, sum miðilin Danwatch hevur gjørt í samstarvi við 14 altjóða miðlar.

 

Sambært Danwatch hava menninir siglt við 65 tangaskipum og verið í donskum sjógvi í minsta lagi 140 ferðir. Teir hava latið seg út fyri at vera radioverkfrøðingar, teknikarar ella eyka manning umborð.

 

Kanningin byggir á loyniligar upptøkur av fýra russiskum hermonnum og gjøgnumgongd av meira enn 2.000 manningarlistum frá skipum í skuggaflotanum.

 

Á upptøkunum greiða menninir frá, at uppgávan var at hava eftirlit við manningunum umborð og tryggja, at tær ikki samstarvaðu við myndugleikar ella NATO-lond.

 

– Beinleiðis uppgávan hjá mær var at hava eyga við manningini, skiparanum og stýrimanninum. Eg skuldi finna út av, hvør gav upplýsingar víðari, og hvørjir upplýsingar vórðu sendar til lands, sigur ein av monnunum sambært Danwatch.

 

Kanningin vísir eisini, at fleiri av teimum hava stríðst í Ukraina og Sýria. Nakrir hava tilknýti til víðagitna Wagner-bólkin, meðan aðrir hava verið partur av russiskum hernaðarligum serdeildum.

 

Karen Philippa Larsen, sum granskar í altjóða trygd hjá Dansk Institut for Internationale Studier (DIIS), sigur, at slíkir bólkar eru kendir fyri sera harðligan atburð.

 

– Teir hava latið eftir seg eitt blóðspor av mannarættindabrotum og nøkrum av álvarsligastu brotsverkum, sigur hon.

 

Sambært Kenneth Øhlenschlæger Buhl, hernaðargreinara og orlogskapteini, kann nærvera teirra eisini økja um vandan fyri sabotasju.

 

Hann vísir á, at fólk við bakgrund í russisku serdeildunum kunnu fara í land úr smábátum og fremja álop á týdningarmikil samfelagsvirki uttan at nakar varast tað.

 

Danwatch hevur roynt at fáa viðmerking frá donsku verjuni og Forsvarets Efterretningstjeneste, men tað hevur ikki eydnast.

 

Greinin er partur av einari altjóða kanning av russiska skuggaflotanum, sum verður brúktur til at flyta olju og annað farm uttan um altjóða revsitiltøk.

 

##med2##

##med3##

 

 

Fleiri av russisku monnunum, sum sambært Danwatch hava ferðast í loyndum við skipum í skuggaflotanum, hava bakgrund í russiska herinum, Wagner-bólkinum og øðrum trygdardeildum. (Myndir: Privat) Kelda: Danwatch.