Russiskir heryvirmenn eru undir trýsti

Teir eru trýstir at røkka sínum málum sum merkir, at Russland helst kemur at skipa deildirnar í Mariupol av nýggjum uttan nóg góða fyrireiking.

Bretsk fregnartænasta skrivar í dagføring í morgun, at fleiri enn 1700 ukrainskir hermenn yvirgóvu seg á nógv umrødda Azovstal-stálverkinum í Mariupol. 

 

- Tá russar hava tryggjað sær Mariupol, fara teir helst at flyta herdeildirnar, soleiðis at tær kunnu styrkja um atgerðirnar í Donbas-økinum har eysturi í Ukraina.

 

Russar hava møtt harðari mótstøðu í Mariupol síðan byrjanina av innrásini hin 24. februar, og ukrainski skansin í Azovstal gjørdist russum drúgvur at basa.

 

Tað merkir, heldur fregnartænastan, at neyðugt verður hjá russum at gera deildirnar út av nýggjum, áðrenn tær kunnu fara aðrastaðni.

 

Hetta kann taka langa tíð, um arbeiðið skal gerast væl. Men, tað verður ikki væntað, at russar fara at gera hetta arbeiðið, sum tað átti at verið gjørt.

 

- Russiskir herovastar eru undir trýsti fyri at røkka sínum málum. Tað merkir, at Russland helst kemur at skipa hesar deildir av nýggjum - uttan nóg góða fyrireiking.

 

Bretsk fregnartænasta vísir á, at hetta kann koma at gera, at russar koma at standa enn veikari á hermótinum, enn teir longu gera í dag.

 

Eitt, sum eisini hevur verið nógv frammi í samband við innrásina í Ukraina, er, at russiski herurin hevur mist fleiri heryvirmenn, sum eru falnir í bardøgum við ukrainskar deildir.