Russiskt álop á Kramatorsk í dag

- Álopið rakti tríggjar íbúðarbygningar og eina støð, sum ger heilivág, sigur borgarstjórin í býnum.

Russar hava í fleiri umførum lopið á Kramatorsk, og henda myndin er ikki frá álopinum í dag.

Netsíðan The Kyiv Independent veit at siga, at russar í dag hava bumbað ukrainska býin, Kramatorsk.

 

Býurin liggur í Donetsk-regiónini, og álopið hevur løstað ein 71 ára gamlan mann.

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Oleksandr Honcharenko.

 

- Álopið rakti eisini tríggjar íbúðarbygningar og eina støð, sum ger heilivág, leggur The Kyiv Independent aftrat.

 

Útlendskir miðlar skriva í kvøld, at álopið á Kramatorsk í dag er ikki váttað av óheftum keldum.

 

 

 

 

 

Russar hava í fleiri umførum lopið á Kramatorsk, og henda myndin er ikki frá álopinum í dag.