Russiskt rúmdarfar datt niður í Kyrrahavið

Leivdirnar av einum russiskum rúmdarfari, sum skuldi til gongustjørnuna Mars, duttu í kvøld niður í Kyrrahavið úti fyri kilsku strondini. Tað sigur Aleksej Solotukhin, sum er talsmaður hjá russisku túmdarumsitingini, sum eitur Roskosmos.

Fyrr í dag roknaðu russar við, at leivdirnar av Phobos-Grunt fóru at detta niður í Atlantshavið úti fyri argentinsku strondini ella kanska sunnan fyri argentinska høvuðsstaðin Buenos Aires. Men í kvøld boðaði Roskosmos frá, at leivdirnar av farinum vóru dotnar niður í Kyrrahavið.

Phobos-Grunt varð skotið út í rúmdina tann 9. november í fjør, men tað eydnaðist ongantíð at fáa farið út um atmosferuna kring jørðina. Ætlanin var, at farið skuldi seta seg á Phobos, sum er máni hjá gongustjørnuni Mars.