Russland fyrireikar afturtøku frá kjarnorkuverkinum

- Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu, men líkt er til, at Russland fyrireikar eina afturtøku, sigur leiðarin í ukrainska kjarnorkufelagnum, Energoatom.

Zaporizjzja er størsta kjarnorkuverk í Evropa - við seks kjarnorkureaktorum, og her sæst hin eini av seks.

Russiski herurin vísir tekin um, at herurin nú fyrireikar eina afturtøku av kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, sum er størsta kjarnorkuverk í Evropa.

 

Tað sigur leiðarin í ukrainska kjarnorkufelagnum, Energoatom, sum kallast Petro Kotin.

 

Hetta sigur hann í ukrainskum sjónvarpi í dag.

 

Sambært Ukrainska Pravda, sum endurgevur sjónvarpsstøðina, ið hevur samrøðu við Petro Kotin, verður sagt, at ábendingar hava verið um hetta í nakrar vikur.

 

- Eg vil tó leggja dent á, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað endaligt um hetta, men líkt er til, at Russland fyrireikar eina afturtøku, sigur hann.

 

Russiski herurin hevur havt eftirlitið við verkinum síðan í mars, og her hevur alla tíðina verið stórur vandi fyri, at álop kring kjarnorkuverkið fóru at føra til eina kjarnorkuvanlukku.

 

 

 

Zaporizjzja er størsta kjarnorkuverk í Evropa - við seks kjarnorkureaktorum, og her sæst hin eini av seks.