Russland økir verjuútreiðslurnar við 70 prosentum

Sambært tíðindastovuni Tass sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, at tað er avgerandi neyðugt hjá Russlandi at veksa so nógv um verjuútreiðslurnar.

Tað er einki, sum bendir á, at Russland ætlar sær úr aftur Ukraina fyribils, men heldur fer at halda fram við krígnum. 

 

Sambært norska Dagbladet fer landið at veksa um verjuútreiðslurnar fyri 2024 við næstan 70 prosentum - ella upp í stívliga 800 miljardir krónur í okkara peningi. 

 

Hetta vísa skjøl hjá russiska verjumálaráðnum.

 

- Verjuútreiðslurnar verða soleiðis í 2024 seks prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku, og hetta er eitt størri krónutal, enn Russland brúkar til eitt nú sosialpolitikk.

 

Sambært tíðindastovuni Tass sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, at tað er avgerandi neyðugt hjá Russlandi at veksa so nógv um verjuútreiðslurnar.

 

- Tað er greitt, at ein slíkur vøkstur er neyðugur, avgerandi neyðugur. Vit eru í einari støðu við hybrid-kríggi, sum verður ført ímóti okkum.

 

Talsmaðurin sigur, at Russland eisini er í holt við eina hernaðarliga "spesialoperatión", og hon kostar nógvan pening, leggur hann aftrat.