Russland og Hvítarussland eisini útistongd frá altjóða íshokki

Altjóða íshokkisamgongan, IIHF fylgir í sporinum hjá EHF, UEFA og FIFA

Avleiðingarnar fyri Russland og Hvítarussland fyri krígsørskapin í Ukraina gerast fleiri og fleiri.

 

Nú ger altjóða íshokkisamgongan, IIHF júst tað sama sum altjóða hondbólts- og fótbóltssamgongurnar.

 

IIHF boðar í kvøld frá, at Russland og Hvítarussland eru útistongd frá øllum altjóða kappingum.

 

Tað vóru íshokkisambondini hjá Finnlandi og Sveis, ið fyrr í dag reistu kravið um, at tey bæði krígsseku londini blivu útistongd frá øllum altjóða íshokkikappingum.

 

Unglinga HM-endaspælið sum eftir upprunaligari ætlan skuldi avgreiðast í Russlandi komandi ár verður flutt til eitt annað limaland hjá IIHF.

 

Væntandi er, at fleiri altjóða ítróttarsambond fara at útisteingja Russlandi og Hvítarusslandi frá teirra altjóða kappingum.