Russland tveitir mannarættindafólk av landinum

Amnesty International og Human Rights Watch eru millum felagsskapirnar, sum eru tveittir úr Russlandi

 

 

Ein jarnbreytarstøð í Kramatorsk var fríggjadagin rakt av einum álopið, sum hevði við sær, at í minsta lagi 52 fólk doyðu. - Foto: Andriy Andriyenko/Ritzau Scanpix

Sambært ST eru umleið 1000 sjófólk standað í ukranskum havnum. Og so vil Finnland innan næstu tveir mánaðirnar gera av, um landið vil søkja um limaskap í Nato. 

 

Fá eitt yvirlit her:

* Ukraina og samband brigsla Russlandi fyri álopið á jarnbreytarstøðina í gjár.

Fleiri lond leggja Russland undir eitt álop á eina jarnbreytarstøð í Kramotorsk fyrrapartin í gjár. Á Twitter leggur amerikanski forsetin, Joe Biden, Russland undir at hava framt eina »ræðuliga gerð«

Ukranski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur, at álopið vísir »óndskap út um øll mørk«. Eisini fronsku og bretsku leiðararnir venda pílunum ímóti Russlandi. Álopið hevur kravt í minsta lagi 52 mannalív.

* USA: Russland hevur sett inn fleiri túsund hermenn nærindis Kharkiv.

Hermenn í túsundatali eru savnaðir í útjaðaranum á ukranska býnum Kharkiv.

Tað upplýsir ein høgur embætismaður í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon.

* Russland tveitir fólkaræðis- og mannarættindastríðsfólk av landinum.

Russland teitir 15 útlendskar felagsskapir av landinum, teirra millum eru mannarættindafelagsskapirnir Amnesty International og Human Rights Watch.

* Ukraina: Russar við Tjernobyl hava bara eitt ár eftir at liva í.

Russiskir hermenn, sum hava grivið skotgravir nærindis kjarnorkuverkinum í Tjernobyl, hava hægst eitt ár eftir at liva í. Tað sigur ukrainski orkumálaráðharrin, German Galusjtjenko.

* Finnland kann vera til reiðar við Nato-umsókn í summar

Finnland væntar innan næstu tveir mánaðirnar at gera av, um landið fer at søkja um limaskap í Nato. Tað segði Sanna Marin, forsætisráðfrú, í gjár.

* ST: Umleið 1000 sjófólk eru strandað í ukrainskum havnum.

ST mælir til, at hjálp alt fyri eitt veður veitt teimum umleið 1000 sjófólkunum, sum eru strandað á handilsskipum í ukrainskum havnum vegna kríggið.

Kilder: AFP, Reuters og dpa.

/ritzau/

 

Ein jarnbreytarstøð í Kramatorsk var fríggjadagin rakt av einum álopið, sum hevði við sær, at í minsta lagi 52 fólk doyðu. - Foto: Andriy Andriyenko/Ritzau Scanpix