HM-endaspælið í fótbólti varð sparkað í gongd seinnapartin, tá ið vertslandið, Russland, tók ímóti Saudi Arabia á Luzhniki Stadium í Moskva. Hetta var dystur í bólki A, hini bæði londini eru Uruguay og Egyptaland.
Russland fekk ynskiligu byrjanina, tí eftir góðum 10 minuttum stútaði Yuri Gazinskiy heimamenninar á odda 1-0, og beint áðrenn hálvleikssteðgin økti tann innskifti Denis Cheryshev til 2-0. Russland spældi stundum væl, og 2-0-hálvleiksleiðslan var uppiborin.
Denis Cheryshev kom á vøllin, tí at Alan Dzagoev fór skaddur av vøllinum mitt í fyrra hálvleiki. Dzagoev er ein av leikarunum, sum var við á russiska U21-landsliðnum, sum tapti 1-0 ímóti føroyska U21-landsliðnum í 2009.
Saudi Arabia formáddi sær heldur ikki nógv í seinna hálvleiki. Russland hevði tamarhald á støðuni, og smáar 20 minuttir fyri leiklok gjørdi tann júst innskifti álopsrisin, Artem Dzyuba, støðuna til 3-0.
Í yvirtíðini fekk Russland tvey mál afturat. Fyrst skoraði Denis Cheryshev sítt annað mál við einum góðum skoti til 4-0, og so slapp Aleksandr Golovin eisini á máltalvuna við einum frísparksmáli í allarevstu løtu.
5-0 gjørdist endaliga úrslitið, og Russland fekk tískil sína dreymabyrjan uppá hM-kappingina frammanfyri 78.000 áskoðarum í Moskva. Hin dysturin í bólkinum ímillum Egyptaland og Uruguay verður í morgin kl.13.00.
5-0-sigurin hjá Russlandi fer í søguna sum tann størsti setanarsigurin (fyrsti dystur í kappingini, red.) í HM. Brasil átti metið fram til í dag við 4-0-sigri á Meksiko í setanardystinum í 1950.
Russland – Saudi Arabia 5-0 (2-0)
1-0: Yuri Gazinskiy, 12.
2-0: Denis Cheryshev, 43.
3-0: Artem Dzyuba, 71.
4-0: Denis Cheryshev, 90.
5-0: Aleksandr Golovin, 90.