Ruth Bader Ginsburg farin

Amerikanski hægstarættindadómarin, Ruth Bader Ginsburg, er deyð, 87 ára gomul.

Bader Ginsburg hevði fyrr í ár boðað frá, at hon fór undir kemoterapi fyri afturvendandi krabbamein, og hevði frammanundan eisini verið fráverandi frá hægstarætti í sambandi við sjúkralegu, og í gjár andaðist hon heima sum avleiðing av sjúkuni.

Bader Ginsburg var elsti hægstarættindadómari, sum amerikanski hægstirættur hevur havt, og tá Bader Ginsburg varð vald í hægstarætt av Bill Clinton forseta í 1983, var hon bert onnur kvinnan, ið hevði havt tað embætið. Tann fyrra var Sandra Day O'Connor, ið varð sett í hægstarætt í 1980. Síðani eru Elena Kagan og Sonia Sotomayor komnar aftrat.

Bader Ginsburg taldist millum teir fýra vinstrahallu dómararnar í rættinum, og nú hon er farin eru nógvar gitingar um, hvørt Donald Trump fer at seta ein konservativan dómara í hennara stað, ella um hann fer at lata ta avgerðina til sitandi forseta eftir valið í november.

National Public Radio vil vera við, at Bader Ginsburg ynskti ikki at vera avloyst fyrr enn eftir valið, og hetta skuldi hon sambært teimum hava skrivað til ommudóttir sína.

– Tað er mítt brennandi ynski, at eg verði ikki avloyst, fyrr enn ein nýggjur forseti hevur tikið við, sigur NPR.

Donald Trump, forseti, fekk boðini um deyða Bader Ginsburgs á valferð í Minnesota.

– Tað visti eg ikki. Hon hevur livað eitt fantastiskt lív, hvat annað kann mann siga, segði Donald Trump, sum seinni á Twitter kallaði Bader Ginsburg ein "løgfrøðiligan risa" og eitt "fantastiskt skil".