Manchester United og 38-ára gamli Ryan Giggs hava valt at leingja samstarvið við einum ári. Walisin spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester United í mars mánaði í 1991 og hevur spælt 898 dystir fyri felagið.
Samstarvið millum Manchester United og Ryan Giggs byrjaði í 1990 og heldur nú fram til eftir komandi ár.
- Tá eg skrivaði mín fyrsta sáttmála við felagið kundi eg ikki ímynda mær at eg skuldi spæla her í 22 ár, men eg eri væl fyri og kenni á mær, at eg kann geva liðnum nakað í stríðnum at vinna fleiri heiðursmerki, sigur Ryan Giggs.
Ryan Giggs hevur vunnið Premier League 12 ferðir, FA Cup fýra ferðir, Liga Cup tríggjar ferðir og Champions League tvær ferðir.
- Ryan Giggs er ein ótrúligur leikari. Hann hevur verið partur av øll liðnum, ið eg havi havt her. Hann hevur endurnýggja seg sjálvan sum leikari fleiri ferðir og innrætta seg eftir skiftandi fótbóltsumstøðunum, sigur Sir Alex Ferguson.
Ryan Giggs var partur Class of 92, sum í nógv ár var ímyndin av Manchester United. Leikarar sum Gary Neville, Phil Neville, David Beckham, Paul Scholes, Nicky Butt og Ryan Giggs vóru partur av tí ungdómsliðnum.
Walisin hevur nú spælt 898 dystir Manchester United og skotið 162 mál.